Annika Olsen (fødd 13. mars 1975) er føroyskur politikari, landsstýriskvinna, fyrrverandi býráðslimur og fyrrverandi landsliðs svimjari. Annika Olsen leyp úr býráðspolitikki í Løgtingi í 2008, og í 2014 úr Løgtingi í Tinganes, í sessin sum landsstýrikvinna í innlendismálum. Hetta árið, Annika Olsen hevur verið løgtingslimur, hevur hon verið einasta kvinna í sínum flokki á tingi. Annika er uppvaksin í Vági, hon er dóttir fyrrverandi skúlastjóra Jákup Olsen og Marnu Olsen (fødd Holm). Annika Olsen var landsstýriskvinna í almannamálum og varaløgmaður frá november 2011 til sep. 2015. Hon var landsstýriskvinna í innlendismálum frá 26. september 2008 til november 2011. Annika varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin. Áðrenn Olsen varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð 2004 til 2008. Tá hon sat í býráðnum, var hon m.a. talskvinna fyri at býta landið sundur í bert fýra kommunur. Hon er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001 til 2007 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007 til 2008. Hon var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimji landsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 1991. Hon og Jakob Horn eiga tveir synir.
Skjót fakta er eitt, Fødd(ur) ...
Annika Olsen |
---|
|
er eitt |
menniskja |
---|
Fødd(ur) |
13. mar 1975 í/á Tórshavn |
---|
Starv |
lærari, politikari, svimjari |
---|
Politiskur flokkur |
Hin føroyski fólkaflokkurin, Tjóðveldi |
---|
Foreldur |
faðir Jákup Olsen |
---|
Dátuheiti |
---|
Commons |
Annika Olsen |
---|
Lat aftur
Annika Olsen |
Føddur | 13. mars 1975 |
Yrki | Lærari |
Útbúgving | Lærari |
Flokkur | Fólkaflokkurin |
Álitisstørv | |
2004-2008 | Býráðslimur |
2008- | Løgtingskvinna |
2008- | Landsstýriskvinna |
2011- | Varaløgmaður |