Italska fótbóltslandsliðið
From Wikipedia, the free encyclopedia
Italska fótbóltslandsliðið hjá monnum verður skipað av Italska Fótbóltssambandinum, sum varð sett á stovn í 1898 og gjørdist limur av FIFA í 1905. Fyrsti landsdysturin hjá Italia var tó ikki spældur fyrr enn fimm ár seinni. Italia hevur luttikið í 17 HM-endaspælum, teir takkaðu nei í 1930 og einaferð, í 1958, megnaðu teir ikki at kvalifisera seg til HM-endaspælið. Fýra ferðir hevur Italia vunnið HM í fótbólti, tað var HM í 1934, HM í 1938, HM í 1982 og HM í 2006. Harvið er Italia næstmest vinnandi landið í HM, næst eftir Brasil. Bara Týskland hevur verið í fleiri finalum enn Italia, Brasil hevur verið í líka nógvum finalum sum Italia. Italia hevur eisini vunnið evropameistaraheitið í fótbólti einaferð, tað var í 1968, og verið í EM finalu tvær ferðir, í 2000 og 2012. Italska fótbóltslandsliðið hevur spælt móti Føroyum, í september 2011 møttu teir Føroyum á Tórsvølli og vunnu við einum máli móti ongum. Dysturin var tann fyrsti, ið var spældur, eftir at tær fýra nýggju ljósmastarnar vóru settar upp kring vøllin. Antonio Cassano skoraði fyri Italia í 11. minutti.
Eyknevni | Gli Azzurri (The Blues) | ||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Samband | ederazione Italiana Giuoco Calcio | ||||||||||||
Samgonga | UEFA (Evropa) | ||||||||||||
Høvuðsvenjari | Roberto Mancini | ||||||||||||
Liðskipari | Gianluigi Buffon | ||||||||||||
Flestir dystir | Gianluigi Buffon (159) | ||||||||||||
Toppskorari | Luigi Riva (35) | ||||||||||||
FIFA kota | ITA | ||||||||||||
FIFA støða | 12 3 (2. juni 2016) | ||||||||||||
Hægsta FIFA støða | 1 (November 1993, februar 2007, apríl–juni 2007, september 2007) | ||||||||||||
Lægsta FIFA støða | 17 (Juli 2015, oktober 2015) | ||||||||||||
Elo støða | 13 (6. juli 2015) | ||||||||||||
Hægsta Elo støða | 1 (Juni 1934 – mars 1940, Desember 1940 – november 1945, juli–august 2006) | ||||||||||||
Lægsta Elo støða | 21 (November 1959) | ||||||||||||
| |||||||||||||
Fyrsti altjóðadystur | |||||||||||||
Italia 6–2 Frakland (Milano, Italia; 15. mai 1910) | |||||||||||||
Størsti sigur | |||||||||||||
Italia 9–0 USA (Brentford, Ongland; 2. august 1948) | |||||||||||||
Størsta tap | |||||||||||||
Ungarn 7–1 Italia (Budapest, Ungarn; 6. apríl 1924) | |||||||||||||
World Cup | |||||||||||||
Luttøka | 18 (Fyrsti í 1934) | ||||||||||||
Besta úrslit | Meistarar, 1934, 1938, 1982, 2006 | ||||||||||||
Evropeiski meistaraskapurin | |||||||||||||
Luttøka | 9 (Fyrsta í 1968) | ||||||||||||
Besta úrslit | Meistarar, 1968 | ||||||||||||
Confederations Cup | |||||||||||||
Luttøka | 2 (Fyrsta í 2009) | ||||||||||||
Besta úrslit | Triðjapláss, 2013 | ||||||||||||
Heiður
|