Móritius
From Wikipedia, the free encyclopedia
Móritius ella Mauritius (enskt: Republic of Mauritius) er ein lítil oyggj í tí Indiska havinum uttan fyri Madagaskar. Síðani umleið ár 1700 hevur oyggin verið ein fronsk koloni, og sum so nógv onnur afrikonsk hjálond hevur Móritius verið ein miðdepil fyri trælahandil og eitt paradís fyri sjórænarar. Ígjøgnum nógv ár við trælahandli og innflutningi av ymiskum fólkasløgum, er Móritius ein stórur peruvellingur av fleiri religiónum og fólkasløgum. Uml. 60 prosent av øllum fólkunum eru hinduar, ein triðingur romanskir katolikkar, og ein fimtipartur muslimar, og so eru aðrar religiónir eisini. Móritius er heimsmeistari í javnstøðu. Miðallívsævin í landinum er 74,0 og 15,6 % av fólkinum eru ikki lesifør 1.
| |||
Tjóðarslagorð: "Stella Clavisque Maris Indici" | |||
Tjóðsangur: "Motherland" | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Port Louis | ||
Forseti | Prithvirajsing Roopun | ||
Forsætisráðharri | Pravind Jugnauth | ||
Fullveldi | 12. mars 1968 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2,040 km² 0.05 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
1 288 000 631.4/km² | ||
Gjaldoyra | Rupi (MUR) | ||
Tíðarøki | UTC +4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .mu | ||
Telefonkota | +230 | ||