Oss
From Wikipedia, the free encyclopedia
Oss er ein býur og kommuna í landslutinum Noord-Brabant í Niðurlondum. Fornfrøðiligar kanningar hava víst, at menniskju hava búð í økinum har býurin Oss liggur í umleið 4000 ár. Týdningarmiklast fornfrøðiligar útgrevstir frá Oss eru tvær kongagrøvir, Vorstengraf. Býurin verður fyrstu ferð nevndur í einum brævi frá Alexander 2. páva í 1069 og fekk keypstaðarrættindi í 1399. Fótbóltsleikarin Ruud van Nistelrooy varð føddur í Oss í 1976.