Rólandskvæði
From Wikipedia, the free encyclopedia
Rólandskvæði (franskt La Chanson de Roland) er ein episk yrking, ella kappakvæði, ið byggir á Runsivalsstríðið í ár 778, undir stjórnaskeiði Karlamagnusar. Hon er elsti varðveitti teksturin í fronskum bókmentum, og finst í fleiri útgávum, og sýnir hetta hvussu vælumtóktur hesin tekstur var frá 12'tu til 14. øld.
Ætlandi varð yrkingin skrivað í tíðarskeiðnum millum 1040 og 1115; elsta útgávan frá 1040, við seinni ískoytum og broytingum gjørdar fram til uml. 1115. Endaligi teksturin fevnir uml. 4.000 reglur. Yrkingin er, saman við spanska Cantar de Mio Cid, eitt framúr dømi um kappakvæði (chanson de geste), ið var ein bókmentagrein sum blomstraði frá 11'du til 15. øld, og fagnaði kappabrøgdum.