Ábraham
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ábraham ella Abraham (hebraiskt אַבְרָהָם, Aḇrāhām), føðinavn Abram, er ein týðandi persónur úr Gamla Testamenti úr Bíbliuni, sum sær hann sum elsta ættfaðirin til tað ísraelska fólkið. Søgan um Ábraham stendur skrivað í 1. Mósebók, kap. 12-25, har hann saman við soni sínum Ísak og Jákup hoyrir til patriarkarnar, sum gjørdust ættfedrar til Ísraels 12 ættarbólkar. Ábraham er ein týðandi profetur hjá teimum kristnu, hjá jødunum og hjá muslimum. Í Islam er hann viðurkendur sum profetur, patriarkur og boðberi undir navninum Ibrahim.
Abraham var ein eftirkomari av soni Nóah Sem.[1][2] Kristin og muslimar trúgva, at Jesus var ein eftirkomari av Ábraham, og harumframt trúgva muslimar, at Muhammed var ein efterkomari gjøgnum Ismail.[3]
Tað er ein vaksandi konsensus millum bíbliugranskarar, at frágreiðingin í Fyrstu Mósebók um Ábraham hevur sín uppruna frá 500- og 400-talinum á.Kr.[4]