Bahá'í trúgvin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Bahá'í trúgvin er ein alheimstrúgv. Orðið "Bahá'í" merkir "ein sum fylgir Bahá'u'lláh". "Bahá'u'lláh" merkir "dýrd Guðs" og hetta er navnið á tí boðberanum, sum bahá'íar trúgva er Guðs sendiboð til okkara tíð.
Bahá'íar trúgva at Guð opinberar seg gjøgnum síni sendiboð í einari stigvísari opinbering. Mannaættin er ikki før fyri at taka ímóti Guðs veruleika í einum, men má búnast og mennast so líðandi. Guð sendir so síni sendiboð við boðum og vegleiðing sum hóskar til tann tørv sum menniskjuni hava á júst tí staðnum og tí tíðini. Ongin av boðberunum er "størri" ella "sannari" enn hinir. Teir kappast ikki.
Bahá'íar viðurkenna allar boðberarnar og virða allar heimsins religiónir og heilagu skriftir. Tað, sum Jesus segði, tá ið hann kom, ógildaði ikki tað sum Móses hevði sagt. "Eg eri ikki komin at bróta niður, men at fullføra", segði Jesus. Á sama hátt ógildar tað at Bahá'u'lláh kom, hvørki tað sum Jesus, Muhammed, Buddha, Móses, Ábraham, Krishna ella Zoroaster hava boðað. Allir komu teir við Guðs ljósi til menniskjuni. Eingin teirra er Guð.
Bahá'íar trúgva at øll menniskju hava eitt andaligt lív, sama um tey tilvitað gera nakað við tað ella ei.