Carl Gustaf Armfeldt

From Wikipedia, the free encyclopedia

Carl Gustaf Armfeldt

Carl Gustaf Armfeldt (føddur 9. november 1666 í Ingermanland, í núverandi Russlandi, men sum tá var í svenska Ingermanland, deyður 24. oktober 1736 í Nyland, í núverandi Finnlandi) var ein svenskur barónur og herovasti. Armfeldt luttók í stóra Norðurlendska krígnum.

Thumb

Armfeldt varð útnevndur til generalloytnant í 1717 og fekk ábyrgdina fyri herinum, ið skuldi bróta inn í mið Noreg og taka ræði á Trondheim. Armfeldt fekk ordrar um at venda við aftur, eftir at kongurin varð skotin við Fredrikshald, og so byrjaði hann tann sonevnda deyðsgondina hjá Karolinarunum yvir fjallið ið var mark millum bæði londini. Á vegnum doyðu 4.273 hermenn (karolinar) í kuldanum, og tað er tað størsta talið í søguni av svium, ið eru deyðir í Noregi. Seinni hevur mann funnið 600 av hesum hermonnunum í einari grøv í Handöl. Armfeldt kom fram til skansan í Duved.

Armfeldt andaðist í 1736 í Liljendal gård i Pernå. Hann liggur grivin í Pernå kirkju í Finlandi.

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.