Copa del Rey
From Wikipedia, the free encyclopedia
Copa del Rey ella bara La Copa (almenna heitið er Copa de Su Majestad el Rey, á føroyskum Steypurin hjá Hansara Hátign Konginum), er ein sponsk fótbóltskapping, ið verður hildin eftir reglunum í steypakappingum. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í 1902 í sambandi við hátíðarhaldið av krúningini av kong Alfonso XIII. Síðan hevur kappingin verið hildin undir ymiskum heitum á hvørjum ári burtursæð frá einum tíðarskeiði undir tí spanska borgarakrígnum. Til tann spanska landskappingin í fótbólti, La Liga, varð fyriskipað á fyrsta sinni í 1928, var Copa del Rey tann einasta veruliga tjóðarkappingin í fótbólti í Spania.