Dokkum
From Wikipedia, the free encyclopedia
Dokkum (fyrr nevndur Dockum,) er ein gamal býur í kommununi Dongeradeel í tí niðurlendska landslutinum Frísaland. Í 2006 var fólkatalið í býnum 13.145. Tann kendasta hendingin í søgu Dokkums er drápið av tí anglo-saksiska trúboðaranum Bonifatius í 754, hesin var føddur sum Winfrid ella Wynfrith í Wessex í núverandi Devon, Onglandi. Í 1652 vóru fimm stubbamyllur í Dokkum. Í dag eru tvær vindmyllur í býnum, tær eru Zeldenrust og De Hoop og vera vístar fram alment. Ein triðja mylla, De Marmeerin, stendur uttanfyri býin við Woudvaart.
Hendan greinin er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hann. |
Sí miðlasavnið