Enskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Enskt mál (ella eingilskt) er móðurmál hjá umleið 372 000 000 fólkum, harav um 231 000 000 í USA (amerikanskt enskt), um 60 000 000 í Stóra Bretlandi, góðum 19 000 000 í Kanada, um 17 700 000 í Avstralia, sløkum 4 800 000 í Suðurafrika, um 4 200 000 í Írlandi og um 3 700 000 í Nýsælandi. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum. So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin. Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum verða umleið 80 prosent av øllum vísindaligum tekstum skrivaðir á enskum.[1] Summi vænta, at í 2030 fer helmingurin av øllum fólkum á jørðini at duga enskt.
Enskt english | ||
---|---|---|
Tosað í: | Bretland, USA, Kanada, Avstralia, Írland, Nýsæland, Suðurafrika, v.fl. | |
Tosandi íalt: | uml. 372 000 000 | |
Málætt: | indo-evropeiskt germanskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | en | |
ISO 639-2: | eng | |
ISO 639-3: | —
. |
Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Seinastu árini er enska málið byrjað at fáa eitt ráðandi pláss í føroyska samfelagnum.