El Dorado
From Wikipedia, the free encyclopedia
El Dorado (spanskt Tann gylti býurin) merkir tann gylti og er navnið á einum gull-landi í Latínamerika, sum segðist vera so ovurfylt við gulli, silvuri og kopari, at alt innbúgv var evnað úr tí, og allar standmyndir í ríkinum vóru gjørdar úr reinum gulli. Leitanin eftir El Dorado byrjaði longu 40 ár eftir, at Kristoffur Kolumbus fann Latínamerika í 1492. Tá byrjaðu evropearar av sonnum at taka lond undir seg og fór hetta so harðliga fram, at ríkini hjá bæði astekum og inka-indiánum vóru útslettað longu tíðliga í 1500-talinum.