Føroyski tjóðbúnin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Føroysku klæðini, ella føroyski búnin, sum tey eisini verða nevnd, hava í dag sera góða undirtøku millum fólk. Nógvir føroyingar eiga síni egnu klæði og eru í teimun til alsyns høvi. Til føroyskan dans, eru fólk oftani í føroyskum klæðum, eisini til ávísar hátíðarløtur og ikki minst á ólavsøku. Trupult er at tíðarfesta, nær siðurin við føroyskum búnum hevur tikið seg upp.
Vanligt hevur verið í Føroyum at kvinnur vóru í ullintum, vovnum skjúrti og menn í kvarðabuksum úr vaðmali, ullintum hosum osfr. Ì tilfari og sniði mintu klæðini um tey, sum vit í dag nýta til tjóðbúnan, men upprunaliga vóru tey hvørki nýtt ella fatað sum tjóðbúnar. Í 19. øld kom tó ein skilnaður millum klædnabúnan hjá fólki, klæðini vóru skild ímillum donsk og tey meira siðbundnu klæðini. Donsk klæðir vóru klædningar og kjólar keyptir uttanifrá. Handilssambandið tá var gjøgnum Kongaliga einahandilin og harvið Danmark, klæðini vóru tí rópt donsk klæðir, hóast tey kundu verða allastaðni frá. Svabo fýlist longu síðst í 1700 á, at kvinnurnar í Føroyum alsamt leggja seg eftir øðrum klæðum og lata seg í kjólar úr útlendskum tilfari: Fruentimmeret i Færøe synes mere, end Mandfolkene, at forlade gamle skikke ihenseende til Klædedragten. (Jens Christian Svabo, 1782)
Síðst í 1800 tekur tjóðskaparrørslan seg upp millum føroyingar. Um sama mundið eru ábendingar um, at vanligari verður at nýta føroysk klæðir, tað við siga klæðir, sum mintu um tey gomlu siðbundnu, men nú komi fram í øðrvísi hami og vóru nýtt til ávís høvi.
Føroysku klæðini hava, eins og tjóðbúnar í mongum øðrum evropeiskum londum, uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld. Nógv eru tey, ið eiga føroysk klæði og nýta tey í veitslulag, á stevnum og tá dansað verður. Hesi seinastu árini er líkt til, at áhugin hevur verið vaksandi fyri føroyskum klæðum, serstakliga millum ungdómin.