From Wikipedia, the free encyclopedia
Friðarheiðursløn Nobels er ein av teimum fimm Nobelvirðislønunum, ið svenskarin Alfred Nobel setti á stovn í sínum testamente frá 27. november 1895. Heiðurslønin verður býtt út av Den norske Nobelkomite. Móttakarar av virðislønini verða vanliga almanna kunngjørdis tíðliga í oktober, meðan sjálv handanin fer fram á deyðsdegi Nobels hin 10. desember. Hátíðarhaldið er síðan 1990 farið framm í Ráðhúsinum í Oslo. Tað verður eisini hildin ein serstøk konsert í samband við handanina, har ið vinnarin og týdningarmiklir gestir luttaka. Friðarheiðursløn Nobels verður mett sum heimsins týdningarmesta friðarheiðursløn.
Hinar Nobelvirðislønirnar verða býttar út av Nobelstiftelsen í Stockholm. Tá ið Alfred Nobel andaðist hin 10. desember 1896 vóru Noreg og Svøríki enn í einum samveldi, har ið Svøríki einsamalt stýrdi uttanríkispolitikkinum.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.