![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b6/Gilbert_Stuart_Williamstown_Portrait_of_George_Washington.jpg/640px-Gilbert_Stuart_Williamstown_Portrait_of_George_Washington.jpg&w=640&q=50)
George Washington
From Wikipedia, the free encyclopedia
George Washington (f. 22. februar 1732 í Virginia - d. 14. desember 1799 í Virginia) var fyrsti forseti hjá USA, 1789-1797. Hann var eisini amerikanskur herovasti í amerikanska frælsisstríðnum.
George Washington | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 22. feb 1732 í/á Westmoreland County |
Andaðist | 14. des 1799 í/á Mount Vernon |
Deyðsorsøk | epiglottitis |
Starv | politikari, bóndi, kortteknari, geometer, engineer, statsmaður, revolutionary, høvundur, army officer |
Politiskur flokkur | no value |
Trúgv | Episcopal Church |
Foreldur | móðir Mary Ball Washington faðir Augustine Washington |
Mál | Enskt mál |
Undirskrift |
![]() |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000120958599 |
VIAF | 31432428 |
LCAuth | n86140996 |
Commons | George Washington |
George Washington varð føddur í Virginia og var langabbasonur ein enskan niðursetumann í USA. Fyrst gjørdist hann landmátari, men hann las eisini herstjórnarfrøði. Í 1750-árunum var hann í hjálandaherinum. Hann umboðaði Virginia fyrstu tingseturnar tíðliga í amerikanska frælsisbardaganum og gjørdist hægstráðandi fyri amerikanska herinum. Washington var eisini valdur fyrsti forseti í USA í 1789 og sat í tvey fýraáraskeið. Seinastu árini var hart stríð ímillum føderalistarnar (samveldismenninar), sum tóku undir við einum sterkum samveldisstýri, og republikanarnar, sum løgdu mest dent á rættindini hjá einstaka borgaranum og samveldisríkjunum.