Grønlendska málið (Grønlendskt: kalaallit oqaasii ella kalaallisut). Umleið 50.000 fólk tala málið; teirra millum eru eisini tvímælingar, ið hava danskt sum hitt málið. Kalaallisut er í ætt við fleiri onnur eskimoisk mál og er partur av eskaleutisku málættini, har eskimoiskt og aleutisk eru høvuðsgreinarnar.

Skjót fakta Grønlendskt Kalaallisut, Málkotur ...
Grønlendskt
Kalaallisut
Tosað í: Grønland.
Tosandi íalt: 57 100
Málætt: Eskimoiskt-aleutiskt

  Eskimoiskt
   Inuittiskt
   Grønlendskt
.

Málkotur
ISO 639-1: kl
ISO 639-2: kal
ISO 639-3: kal

.

Lat aftur

Sum í øllum øðrum málum verður skilt ímillum talumálið kalaallisut við fleiri høvuðsmálførum, sum tó eru sínámillum fatilig, og skriftmálið kalaallisut. Grønlendska skriftmálið, ið allir grønlendingar nýta, virkar sum øll onnur standardmál og verður brúkt í útbúgvingarverkinum, í yrkis- og fagurbókmentum, í prentaðum miðlum og til teksting í sjónvarpi.

Upprunaliga varð skriftmálið ment við støði í málførunum í Miðvesturgrønlandi, har ið Nuuk liggur, og har var og er eisini týdningarmesti lærustovnurin í Grønlandi, læraraskúlin Ilinniarfissuaq. Haðani kom eisini fyrsta íkastið í grønlendska bókmentaheimin í 1860.

Allir grønlendingar skilja tað núverandi skriftmálið, tí at orð- feingið er ment við íkasti úr málførunum fyri sunnan og fyri norðan og frá Avenersuaq (Thule) og Tunu (Eysturgrønlandi). Í Eysturgrønlandi eru tey bæði ráðandi málføraøkini Ammasalikleiðin og Illoqqortoormiutleiðin (Scoresbysund).

Í Grønlandi eru trý høvuðsmálføri: Í Aversuaq (Norðurgrønlandi), Tunu (Eysturgrønlandi) og Kitaa (Vesturgrønlandi).

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.