Hósvík
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hósvík er ein bygd á eystursíðuni á Streymoy. Bygdin var til 2004 sjálvstøðug kommuna, men við kommunuvalið 2003 gjørdist Hósvík partur av nýggju stórkommununi í sundalagnum, Sunda Kommuna. Navnið Hósvík kemur av norrøna navninum Tórsvík (Þórsvík). Ein kirkja er í Hósvík, hon varð vígd 15. desember 1929.[2]
Skjót fakta Land, Sýsla ...
Hósvík | |
Thorsvig (danskt) | |
Bygd | |
Hósvík | |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 340 (2021)[1] |
Postnummur | FO-420 |
Markatal | 19-00-00 |
|
Lat aftur
Hósvík var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.