Herning
From Wikipedia, the free encyclopedia
Herning er ein býur í Miðjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 47.765 fólk (2014) inkl. Tjørring, Snejbjerg, Lind, Birk, Hammerum og Gjellerup, sum gjøgnum ídnaðarøkini eru vaksnar saman við sjálvan keypstaðin. Hetta fólkatalið ger Herning til tann 11. størsta býin í Danmark. Herning er næstan vaksin saman við grannabýin Ikast gjøgnum ídnaðarøkið HI Park, sum liggur millum Hammerum og Ikast.
Herning er høvuðsbýur í Herning kommunu.