Kolbeinagjógv
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kolbeinagjógv er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Eysturoynni. Kolbeinagjógv hoyrir til Sjóvar kommunu. Tað búgva uml. 39 fólk i bygdini. Tað er ógreitt hvør upprunin til navnið er, men formurin Kolbeinagjógv hevur verið í brúki leingi og hevur vunnið sær vissa hevd, m.a. vísir tann dialektala úttalan av navninum seg at byggja á sniðið Kolbeina-.