![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b4/S%25C3%25B8ndergade%252C_Kolding_2005.jpg/640px-S%25C3%25B8ndergade%252C_Kolding_2005.jpg&w=640&q=50)
Kolding
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kolding er ein havnarbýur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 58.021 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Kolding til tann sjeyndstørsta býin í Danmark. Kolding er høvuðsbýur í Kolding kommunu. Á býarmerkinum eru ein ørn, ein lilja, ein steinur og aldur. Kolding er m.a. kent fyri hondbólt. Liðið í Kolding eitur KIF Kolding Keypmannahavn. Í Kolding kanst tú eisini vitja ta gomlu borgina, Koldinghús. Hon er 800 ára gomul. Í miðbýnum eru gomul hús at síggja. Býráðshúsið er eisini í miðbýnum.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b4/S%C3%B8ndergade%2C_Kolding_2005.jpg/640px-S%C3%B8ndergade%2C_Kolding_2005.jpg)