Kort
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kort er teknað framseting av parti av yvirflata jarðar. Á kortum verður heimurin teknaður, allur ella í pørtum. Elstu kortini, vit vita um, vóru ógvuliga óneyvar strikumyndir. Tí var ikki lætt at finna eftir teimum. Eitt av teim elstu kortunum, sum vit vita um, er meira enn 8000 ára gamalt. Tað er ein veggjamálningur í Turkalandi, sum vísir eitt býarkort. Í Egyptalandi og Irak eru kort, sum eru 3000 og 4000 ára gomul. Tey vóru ofta teknað á leirplátur. Fyri 2000 árum síðan gjørdu grikkar, sum vóru siglandi fólk og handilsfólk, kort yvir strandaøkini í Miðjarðarhavi. Rómverjar, sum tóku kortkynstrið hjá grikkum til sín, gjørdu landakort, sum vístu, hvussu landið sá út, og hvar vegir vóru. Nú á døgum nýta vit kort til so mangt. Býarkort sýnir til dømis, hvar gøturnar eru, og hvussu tær eita, so lættari er at finna í býnum. Veðurkort, sum vit síggja t.d. í sjónvarpi, sýna, hvussu veðrið verður ymsastaðni. Sjómenn sigla eftir sjókortum; á sjókortum eru m.a. dýpi og frámerki á landi.
Flestu kort hava málistokk, sum sigur okkum, hvussu nógv støddin í veruleikanum er minkað á kortinum. Hevur tú eitt kort í lut fallinum 1:100.000, merkir tað, at ein centimetur á kortinum svarar til 100.000 centimetrar í veruleikanum, t.e. ein kilometur. Eitt kort í einum heimsatlassi kann vera í lutfallinum 1:25 milliónir. Tá er ein centimetur tað sama sum 250 kilometrar. Fyri at vit kunnu skilja tekn, merki og litir, skal eitt kort eisini hava eina teknlýsing. Ymiskt littar linjur vísa ofta á vegir og jarnbreytir. Viðhvørt skilja vit millum vanligar vegir og motorvegir. Vøtn verða vanliga víst við bláum, og skógarøki verða víst við grønum. Hús eru oftast svartir smáir fýrkantar, og kirkjur verða teknaðar við einum krossi. Men tað er kortini týdningarmikið at minnast til, at tað, sum merkir eitt ávíst á einum korti, kann merkja okkurt heilt annað á einum øðrum korti. Á einum korti kann til dømis ein lítil svartur fýrkantur ímynda eini hús; á einum stórum heimskorti kann ein slíkur fýrkantur har aftur ímóti merkja ein býur við fleiri milliónum íbúgvum.