Landslutir Svøríkis
From Wikipedia, the free encyclopedia
Svøríki er býtt sundur í 25 landslutir (á svenskum nevnt landskap). Søgan um landslutirnir gongur heilt aftur í áðrenn-søguliga tíð. Í 1600-talinum gjørdist í staðin lenini (län) megin fyrisitingarliga sundurbýti. Landslutirnir hava tó framvegis eina almenna støðu, ið sæst aftur í almennu skjaldramerkjunum og í hertugatitlunum hjá kongshúsinum. Landslutirnir hava eisini mentanarligan týdning.