Madeira
From Wikipedia, the free encyclopedia
Madeira liggur 600 km vestanfyri Marokko. Hóast tað eru 1000 km til høvuðsstaðin í Portugal, Lissabon, hoyrir Madeira til Portugal eins og Asorurnar, ið liggja 1300 km vestur úr portugisiski strondini. Oyggjaflokkurin Madeira – tí talan er í veruleikanum um 8 oyggjar: sjálv Madeira, Porto Santo, Ilhas Desertas og Ilhas Selvagens – liggur í ein útsynning úr Portugal, norðan fyri Kanarisku Oyggjarnar og vestan fyri Marokko og hevur eitt tað mest støðuga veðurlagið í heiminum við meðaltemperaturum upp á 20 °C í januar-februar til 25 °C í juli/august. Bert á sjálvari Madeira og Porto Santo býr fólk, meðan hinar oyggjarnar eru óbygdar. Á Madeira, sum er 741 ferkilometrar til støddar, búgva 255.000 fólk og á Porto Santo (42 ferkilometrar) 4500, so fólkatættleikin er høgur – á Madeira 337 fólk fyri hvønn ferkilometur. Av hesum 255.000 fólkunum á sjálvari Madeira búgva yvir 2/3 í høvuðsbýinum Funchal. Madeira er partur av Portugal, og fólkið, har býr, er sostatt portugisar. Madeira er kent fyri sítt góða veðurlag, sína vøkru flora og fyri heitvínið Madeira.
Madeira | |
---|---|
Landafrøði | |
Vídd | 801 km²
|
Umsiting | |
Land | Portugal |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 267 785 (2011) |
Íbúgvatættleiki | 308,5 /km² |
Málið er portugisiskt, men nógv fólk duga væl enskt sum ein fylgja av tí tætta sambandi við Stórabretland gjøgnum tíðirnar og upp á grund av ferðavinnuni, sum er týdningarmesta vinnugreinin á oynni. Av uppruna eru oyggjarnar vulkanskar sum Føroyar, og eru í veruleikanum topparnir av einum 6,5 km høgum sløktum gosfjalli, sum stendur á botninum av Atlantshavinum. Tá ið portugisar komu til oyggjarnar umleið 1420, vóru tær óbygdar og so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi – Madeira merkir skógaroyggin. Tey fyrstu niðursetifólkini vóru prestar, bøndur og munkar. Til at gera tað harða arbeiðið vóru trælir tiknir í Afrika og Kanarisku oyggjunum, og tað eru teir, sum hava gjørt tær víðakendu vatnveitingarnar, levadurnar, á suðursíðuni av oynni.
Í dag er Madeira ein tann mest framkomni parturin av Portugal, fyrst og fremst vegna ferðavinnuna, við einum slagi av heimastýri og egnum lokalflaggi. Teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í Lissabon. Tann portugisiska stjórnin hevur ein umboðsmann á Madeira. Madeirabúgvar senda fimm umboð til tjóðartingið í Portugal.