Mjólk
From Wikipedia, the free encyclopedia
Mjólk er tann hvíta ella gulhvíta vætan, ið hon-súgdjór framleiða til sínar ungar. Mjólkin frá hvørjum einstøkum djóraslagi og frá menniskjum hevur ymiska samanseting, men hevur eisini felags eyðkenni. Eftirsum drekkivøran skal geva ungunum/børnunum øll tey føðsluevni, ið tey hava brúk fyri til tess at vaksa, inniheldur mjólkin tey føðsluevni, ið ungarnir ella børnini hava brúk fyri. Mjólk inniheldur serstakliga protein (eggjahvítaevni), feitt, sukur (laktosu) og kálk og haraftuar eisini onnur mineralir sum jarn og selen, og vitaminir sum t.d. vitamin B.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b1/Glas_melk.jpg/220px-Glas_melk.jpg)
Menniskju drekka móðurmjólk sum pinku- og småbørn. Fólk við laktosuintoluransu tola ikki at drekka mjólk frá djórum.
Umframt at drekka mjólk verður mjólk ofta nýtt í matgerð, t.d. í greyti ella saman við morgunmatarvørum, og tá ið fólk baka køkur og annað. Mjólk er eisini tað ráevnið, ið verður nýtt til at flamleiða smør, ost og joghurt.
Alheims mjólkadagur er 1. juni.