Nes, Eysturoy
From Wikipedia, the free encyclopedia
Nes er ein bygd í Eysturoy. Nes er markatalsbygd frá 1541, tá Heini Havreki búsetti seg har, og t.d. er Æðuvík niðursetubygd frá Nesi. Nes umfatar í dag økið frá Gerðinum og eystur í Líð. Á Nesi eru í dag 69 hús og her búgva 246 fólk. Tær fyrstu búsetingarnar á Nesi vóru: Prestagarðurin, á Torkildsheyggi og Fyri uttan garð.
Skjót fakta Land, Sýsla ...
Nes | |
Næs (danskt) | |
Bygd | |
Fríðrikskirkjan í Nes. | |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Nes kommuna |
Íbúgvar | 327 (2015)[1] |
Postnummur | FO-655 |
Markatal | 20-00-00 |
|
Lat aftur
Nes er gomul bygd, eftir henni hevur Nes kommuna navn. Á Nesi búði í langa tíð Føroya próstur.