Enska fótbóltslandsliðið
From Wikipedia, the free encyclopedia
Enska fótbóltslandsliðið hjá monnum umboðar Ongland í altjóða fótbólti og verður stýrt av The Football Association, ið er tann stovnur ið stýrir fótbólti í Onglandi.[1][2] Ongland er annað av tveimum teimum elstu fótbóltslandsliðunum í heiminum, saman við Skotlandi, ið Ongland spældi landsdyst ímóti í teirra fyrsta altjóða fótbóltslandsdysti í 1872. Heimavøllurin hjá Onglandi er Wembley Stadion, London, og núverandi landsliðsvenjarin er Gareth Southgate.
Eyknevni | The Three Lions (Tær tríggjar leyvurnar) | ||
---|---|---|---|
Samband | The Football Association | ||
Samgonga | UEFA (Evropa) | ||
Høvuðsvenjari | Gareth Southgate | ||
Liðskipari | Harry Kane | ||
Flestir dystir | Peter Shilton (125) | ||
Toppskorari | Wayne Rooney (53) | ||
Heimastadion | Wembley Stadium | ||
FIFA kota | ENG | ||
FIFA støða | 12 1 (7. juni 2018) | ||
Hægsta FIFA støða | 3 (August 2012) | ||
Lægsta FIFA støða | 27 (Februar 1996) | ||
Elo støða | 7 (18. apríl 2018) | ||
Hægsta Elo støða |
1 (1872–1876 1892–1911 1966–1970 1987–1988) | ||
Lægsta Elo støða | 16 (19 June 2014) | ||
| |||
Fyrsti altjóðadystur | |||
Skotland 0–0 England (Partick, Skotland; 30 November 1872) | |||
Størsti sigur | |||
England 13–0 Írland (Belfast, Írland; 31 July 1882) | |||
Størsta tap | |||
Ungarn 7–1 England (Budapest, Ungarn; 23 May 1954) | |||
World Cup | |||
Luttøka | 15 (Fyrsti í 1950) | ||
Besta úrslit | Heimsmeistarar, 1966 | ||
Evopeiski meistaraskapurin | |||
Luttøka | 9 (Fyrsta í 1968) | ||
Besta úrslit |
Triðjapláss, 1968 Hálv-finalur, 1996 |
Sjálvt um Ongland er partur av Stóra Bretlandi, so hevur Ongland altíð havt umboðan í stórum professionellum fótbóltskappingum, undantikið Olympisku leikunum, av tí at IOC altíð hevur viðurkent Stóra Bretland sum umboðandi landið.
Ongland kappast í HM í fótbólti og EM í fótbólti. Ongland vann HM í 1966, tá ið landið var vertur fyri endaspælinum og vann 4–2 í finaluna móti Vesturtýsklandi í eyka spælitíðini. Bestu plaseringarnar hjá Onglandi síðan er ein hálvfinala á 1990. Ongland hevur aldri vunnið EM í fótbólti – besta úrslit teirra er luttøka í einari hálvfinalu á 1968 og 1996, har Ongland var vertur seinnu ferðina.