From Wikipedia, the free encyclopedia
Paris, ið er báðumegin Seineá, er høvuðsstaður Fraklands og mentanarligur og politiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, til dømis at síggja Louvre-savnið, Eiffeltornið og Notre Dame-kirkjuna. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.
Síðan fornøld hevur fólk búð á áarbakkunum fram við ánni Seineá, har høvuðsstaðurin París nú er. Í Fraklandi búgva 65 mió. fólk, og fimtingurin býr í og uttan um París. Tað er ein av fremstu stórbýum í Evropa við breiðum gøtum og nógvum viðgitnum minnisvarðum og forngripasøvnum. Stórir partar í gamla býarpartinum vórðu umbygdir og nútimansgjørdir í farnu øld.
At ferðast til og frá París liggur væl fyri, tí nógvar jarnbreytir møtast í býnum, og uttanfyri hann er stór flogstøð, har flogfør úr øllum Evropa setast. Tað er siglandi líka niðan til París eftir Seine, men tó ikki við stórum skipum.
12 fólk vórðu myrd 7. januar 2015, tá tveir yvirgangsmenn tóku seg inn í hølini hjá franska satirublaðnum, Charlie Hebdo. Stór mannajagstran var í Fraklandi eftir tveimum brøðrum, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið. Teir vórðu seinni skotnir av løgregluni. 129 fólk lótu fólk lív undir einari yvirgangsatsókn móti fleiri støðum í París 13. november 2015. Millum annað tóku yvirgangsmennirnir seg inn á spælistaðið Bataclan, brustu sjálvmorðsbumbur og skutu frá hond undir einari konsert, og drupu 80 fólk. Samstundis varð lopið á fimm matstovur har fólk vórðu dripin og særd.
Mitt í býnum stendur tann so nevndi Fagnaðarbogin, sum Napoleon keisari bygdi; frá hesum plássi ganga breiðir vegir í ymsar ættir. Gitnasta kirkjan er Notre Dame. Í Louvre eru verøldargitin søvn av forngripum og listarlutum av øllum slagum; upp í Eiffeltornið fer nøgd av fólki at njóta tað góða útsýnið haðani. Annars eru ógvuliga nógvir prýðiligir bygningar at síggja í býnum, bæði sjónleikarhús, myndahøllir og handlar.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.