![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/16/Flag_of_Rotterdam.svg/langfo-640px-Flag_of_Rotterdam.svg.png&w=640&q=50)
Rotterdam
From Wikipedia, the free encyclopedia
Rotterdam er ein kommuna, ein havnabýur og næststørsti býur í Niðurlondum.
Skjót fakta Flagg, Skjaldarmerki ...
Rotterdam | |
---|---|
![]() | |
Flagg | Skjaldarmerki |
![]() |
![]() |
Grunddáta | |
Land: | ![]() |
Landslutur: | Zuid-Holland |
Vídd: | 319,35 km² |
Íbúgvar (2013): | 618 279 |
fyri km²: | 2 986/km² |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | rotterdam.nl |
Lat aftur
Rotterdam er landsins størsti havnabýur. Ein djúp á rennir á sjógv 28 km haðani. Saman við Europoort er Rotterdam eisini heimsins størsta havn. Nútíðarhavnin Europoort í Rotterdam kann avgreiða 300 farmaskip í senn. Nógv vara, sum flutt verður inn á meginlandið, verður fyrst uppskipað í Rotterdam og síðan flutt eftir áunum í prámum ella lektarum eystur í Týskland. Á heimvegnum taka teir so aftur týskar varur við sær, sum skulu útskipast í Rotterdam.