From Wikipedia, the free encyclopedia
Stóru Antilloyggjar er ein oyggjabólkur í Karibiahavinum.
Stóru Antilloyggjar fevna um tær fýra stóru oyggjar Kuba, Jamaika, Hispaniola, Puerto Riko og um bretska oyggjabólkin Cayman Islands. Oyggjarnar strekkja seg útnyrðingsmegin frá Meksikoflógva til Smærru Antilloyggjar við Atlantshavið eystarumegin. Samlaða víddin av landaøki og havøki er 207.411 ferkilometrar.
Oyggin Hispaniola er býtt upp í tvey: Haiti í vestara parti og Dominikanska Lýðveldið í eystara parti á oynni.
Oyggjarnar í Karibiahavi verða vanliga býttar sundur eftir stødd í tríggjar bólkar: Stóru Antilloyggjar, Smærru Antilloyggjar og Bahamas.
Kristoffur Kolumbus var tann fyrsti evropearin, ið vitjaði Stóru Antilloyggjar. Á fyrstu ferð síni kom hann til Kuba seint í oktober 1492. Tíðliga í desember 1492 fann hann Hispaniola. Tað var við sína aðru ferð í november 1493, at hann uppdagaði oynna Puerto Riko. Oyggin varð tá kallað Borikén hjá innføddum ættarbólki av Taino-fólkinum. Árið eftir, í 1494, kom hann á aðru ferð síni til Jamaika.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.