Tommy Lee
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tommy Lee (føddur Thomas Lee Bass 3. oktober 1962 í Athen) er ein amerikanskur tónleikari, trummusláari og sangari. Hann er ein av stovnarunum av hard rock-bólkinum Mötley Crüe. Afturat hesum hevur hann eisini stovnað rap-metal-bólkin Methods of Mayhem, og hevur hartil gjørt fleiri tónleikalig prosjekt. Hann hevur verið giftur við sjónleikarunum Heather Locklear og Pamelu Anderson, sum hann hevur tvey børn saman við.