Yvirgangsálopið í Nice 2016
From Wikipedia, the free encyclopedia
Yvirgangsálopið í Nice fór fram um kvøldið 14. juli 2016, á franska tjóðardegnum, og var framt av einum manni, Mohamed Lahouaiej Bouhlel, ið var tunesari, ið búði í Fraklandi.[5][6] Álopsmaðurin koyrdi við vilja ein 19 tons tungan lastbil inn í eina stóra mannamúgvu, ið hátíðarhelt Bastilludagin á Promenade des Anglais í Nice, og drap í minsta lagi 84 fólk og særdi meira enn 300.[7][8][9] Hann varð skotin og dripin av fronsku løgregluni. Hendingin er blivin nevnd sum tað triðstørsta yvirgangsálopið í Fraklandi síðan januar 2015, næst eftir Île-de-France álopini tann 7. 9. januar 2015 og Paris-álopini hin 13. november 2015.[9]
Yvirgangsálopið í Nice 2016 | |
---|---|
Promenade des Anglais, har álopið fór fram | |
Rutan hjá álopsmanninum frá vestri móti eystri | |
Staður | Promenade des Anglais, Nice, Frakland |
Koordinatar | 43.6936°N 7.2557°E / 43.6936; 7.2557 |
Dato |
14. juli 2016 (Bastilludagur) uml. 22:40 CEST (UTC+02:00) |
Slag av álopi | Álop við akfari |
Vápn | Stórur lastbilur og ein 7.65mm pistólur |
Deyð | 86 (álopsmaðurin ikki íroknaður)[1][2] |
Ikki-deyðiliga særd | >400[3] |
Brotsfólk undir illgruna | Fimm mistonkt fongslaði fyri viðvirkan.[4] |
Stutt eftir álopið lýsti franska stjórnin landasorg í tríggjar dagar í Fraklandi og longdi undantaksstøðuna í landinum, ið varð sett í verk eftir álopini í Paris, við seks mánaðum.
Tveir dagar eftir álopið, hin 16. juli tók yvirgangsfelagsskapin Islamiskur Statur ábyrgdina fyri álopið.[10] Hin 21. juli segði tann franski ákærin, at Lahouaiej-Bouhlel hevði lagt ætlanir um álopið í fleiri mánaðir og at hann hevði fingið hjálp frá samsekum. Fimm fólk vórðu ákærd fyri teirra leikluti í at hjálpa honum.[11][12][13]