From Wikipedia, the free encyclopedia
Yvirgangsálopini í París í november 2015 var ein røð av skothendingum og bumbuatsóknum á seks ymiskum støðum í París, har ið minst 130 sivilfólk og 7 yvirgangsfólk hava latið lív og 368 fólk vóru særd,[4][7] av teimum 130 dripnu vóru 89 dripin í Bataclan konserthúsinum.[12][13][14][15] Álopini byrjaðu klokkan 21:16[16] við trimum einstøkum spreingingum og seks hópskotriðum inni í París — teirra millum vóru bumbubrestir nærindis tjóðarfótbóltsstadion Fraklands Stade de France í norður-forstaðnum Saint-Denis, har franski forsetin var millum áskoðararnar til vinarlandsdyst millum Frakland og Týskland.[16]
Álopini í París í november 2015 | |
---|---|
Staðsetingar av álopunum inni í París og Saint-Denis | |
Staður |
París, Frakland. 1: Rue Bichat og Rue Alibert (Le Petit Cambodge, Le Carillon, La Casa Nostra) 2: nærindis Stade de France 3: Rue de Charonne (La Belle Équipe) 4: Le Bataclan theatre 5: Rue de Charonne (La Belle Équipe) |
Dato |
13 november 2015 – 14 november 2015 21:16 – 00:58 (CET) |
Slag av álopi | Hópskjóting, bumbing, gíslatøka, sjálvmorðsbumbuálop |
Vápn | |
Deyð |
137, av hesum |
Ikki-deyðiliga særd | 368,[4] (80–99 kritiskt)[5][6][7] harav 80 álvarsamt;[5] 3 doyðu seinni á sjúkrahúsi.[8] |
Brotsfólk |
Islamiskur Statur (ISIL, ISIS, IS)
|
Orsøk | Víðgongd islamisma. Hugsjónarligur illvilji móti París sum høvuðsstaður fyri 'andstygd og siðloysi'[10] og hevndaratgerð fyri fronsk loftálop í Sýria og Irak.[11] |
Tað deyðiligasta álopið fór fram inni í Bataclan teatrinum undir eini konsert við amerikanska metalbólkinum Eagles of Death Metal, har umleið 1500 fólk vóru. Fýra álopsmenn komu inn og fóru upp á balkongina, har teir byrjaðu at skjóta oman yvir mongdina av fólkum við AK-47 Kalasnikov riflum. Fólk fóru í panikk og tóku til rýmingar gjøgnum neyðdyr. Álopsmenninir tóku gíslar og fóru í holt við at avrætta tilvildarlig fólk í teatrinum, ið ikki náddu at flýggja. Løgreglulið stomaðu bygningin klokkan 00:58 lokala tíð, og skutu ein av teimum fýra álopsfólkum, meðan hini trý álopsfólkini tóku lívið av sær sjálvum við at útloysa bumbubeltið, ið tey høvdu bundið um miðjuna. Tilsamans átta álopsfólk eru dripin, og myndugleikarnir leita eftir samsekum, ið enn ganga leys.[13]
Forseti Fraklands François Hollande lýsti landið í undantaksstøðu stutt fyri miðnátt tann 13. november 2015 og gav boð um at landamørk Fraklands skuldu steingjast.
13. november:
14. november:
Álopini fóru fram uttanfyri Stade de France, í økjunum kring Rue Alibert, Rue de la Fontaine-au-Roi, Rue de Charonne, Bataclan sjónleikarhúsið á Boulevard Voltaire, Avenue de la République, og Boulevard de Beaumarchais.[19]
Tey fyrstu álopini hendu á gøtunum Rue Bichat og Rue Alibert, nærindis Canal Saint-Martin í 10. arrondissement í París. Álopsfólk skutu móti fólkum uttanfyri Le Carillon, ein café-bar, klokkan umleið 21:20 CET.[20] Síðan hildu álopsfólkini leiðina fram til Rue Bichat og lupu á Le Petit Cambodge (Little Cambodia), ið er ein matstova, og drupu har ellivu fólk, sambært fronsku løgregluni. [12][21][22]
Ta sigst, at álopsfólkini flyddu í einum ella tveimum akførum eftir skotálopini.[23] Eitt av akførunum segðist at hava belgisk nummarskjøldur.[24] Læknar frá sjúkrahúsinum Hôpital Saint-Louis, ið var nærindis, vóru staddir á Le Carillon, meðan álopini vóru framd og góvu bráðfeingis hjálp til tey særdu eftir álopið.[24]
Skot vóru loyst av á terassuni á italsku matstovuni La Casa Nostra á rue de la Fontaine-au-Roi, sunnanfyri rue Bichat, av einum manni við maskinbyrsu.[25] Ákærin í París kunngjørdi, at fimm fólk vóru dripin og átta vórðu særd.[12] Eitt eygnavitni greiddi frá, at fólk vórðu dripin av einum byrsumanni á skutara, ið skjeyt "skotrøð við trimum ella fýra skotum."[26]
Tveir álopsmenn skutu í fleiri minuttir móti terassuni á La Belle Équipe, ið er ein matstova á rue de Charonne í 11. arrondissement, áðrenn teir vendu aftur til bil teirra og koyrdu avstað[14] klokkan umleið 21:50.[25] Løgreglan váttað at 18 fólk vórðu dripin av álopsmonnunum, ið skutu á uttandura terassuni hjá matstovuni.[12][27]
Ein annar álopsmaður útloysti sín sjálvmorðsbumbuvest á Boulevard Voltaire nærindis Place de la Nation.[28] Klokkan umleið 21:40, sat hann á kaffistovuni Comptoir Voltaire og bílegði, áðrenn hann útloysti sjálvmorðsbumbuvestin og harvið tók lívið av sær sjálvum og særdi 15, harav er ein persónur álvarsliga særdur.[25][29]
Ein hópskjóting og gíslatøka fór fram á Bataclan leikhúsinum, hvørs eigari til stutt fyri álopið, var ein jødisk familja,[30] á boulevard Voltaire í 11. arrondissement har ið amerikanska rock orkestrið Eagles of Death Metal spældu fyri umleið 1500 fólkum.[31][32] Initial police reports estimated that 100 people were killed at the theatre,[13][12] Orkestrið hevði spælt umleið fimm sangir, tá ið spreingingar fóru fram, og førdu til ørkymlan millum tey mongu, ið fyrst hildu, at hetta var partur av showinum.[33] Klokkan umleið 21:45, eftir at konsertin hevði var í ein tíma,[34] komu trýggi til fýra svartklæddir menn við AK-47 byrsum inn í hølið.[28] Vitni hoyrdu onkran av teimum rópa "Allahu akbar" beint áðrenn byrsumenninir kaldir og skipað byrjaðu at skjóta inn í mannamúgvuna.[28][31] Eitt vitni segði, at hann sá vápnaðir menn fara inn á Bataclan, og tveir ella tríggir menn ið ikki høvdu masku á, skutu tilvildarliga yvir mannamúgvuna.[13] Álopið var umleið 20 minuttir, og vitni hava eisini sagt, at álopsmenninir kastaðu hondgranatir inn í mannamúgvuna.[31] Ein útvarpsmaður, Julien Pearce, ið var á konsertini, segði seinni, at hann sá álopsmenninar sum kaldir og avgjørdir. Hann segði við CNN at tey løgdu byrsurnar tríggjar til fýra ferðir.[31]
Tjóðskapur | Dripin | Skadd | Kelda |
---|---|---|---|
Frakland * | 102 | 321 | |
Belgia * | 3 | [35] | |
Kili | 3 | [36] | |
Portugal | 2 | 4 | [37] |
Algeria | 2 | [38] | |
Meksiko * | 2 | 1 | [36] |
Rumenia | 2 | 2 | [39][40] |
Egyptaland * | 2 | 1 | [41] |
Senegal | 2 | [42] | |
Tunesia | 2 | 1 | [42] |
Týskland | 2 | [43][44] | |
Italia | 1 | 2 | [45][46] |
Marokko | 1 | 1 | |
Spania | 1 | [47] | |
Svøríki | 1 | 1 | [13] |
USA * | 1 | [42] | |
Stóra Bretland | 1 | [36] | |
Venesuela | 1[48][49] | 2 | [50] |
Serbia | 14 | [51] | |
Niðurlond | 3 | ||
Brasil | 2 | ||
Avstralia | 1 | [52] | |
Eysturríki | 1 | [53] | |
Kanada | 1 | [54] | |
Kina | 1 | [55] | |
Kolumbia | 1 | [56] | |
Írland | 1 | [57] | |
Tilsamans | 130 | 432 | [13] |
* Some victims had multiple citizenships. Counts are based on preliminary data and may not be complete. |
129 offur mistu lívið undir álopunum og 433 vóru særd,[7] harav vóru 80 álvarsliga særd.[5] Av ofrunum doyðu 89 á Bataclan leikhúsinum, 15 á Le Carillon og Le Petit Cambodge, 5 á Café Bonne Bière og La Casa Nostra, 1 á Stade de France, og 19 á La Belle Équipe.[2] Tað er váttað, at offurini komu frá í minsta lagi 26 londum (summi hava meira enn ein statsborgaraskap).
Sambært løgregluni í Fraklandi doyðu sjey yvirgangsmenn undir álopunum í Paris 13. og 14. november 2015, men enn er óvissa um, hvussu nógv fólk luttóku og hjálptu til. Hildið verður, at í minsta lagi ein annar var við í álopunum. Gerningsmenn ið franskir myndugleikar highartil hava kunngjørt nøvnini á eru hesi:
Teir tríggir, ið sprongdu seg sjálvar við sjálvmorðsbumbum uttanfyri Stade de France:
Brahim Abdeslam var ein 31-ára gamal fraklendingur, ið búði í Molenbeek í Belgia. Hann framdi skjótingar í 10. og 11. arrondissementunum, og løtu seinni sprongdi seg sjálvan við sjálvmorðsvesti á matstovuni Comptoir Voltaire á Boulevard Voltaire nærindis Bataclan leikhúsið.[68][28][58]
Í minsta lagi tríggir persónar framdu hópdráp við skotum, granatum og sjálvmorðsbumbum inni á Bataclan:
Harumframt er Abdeslam Salah úr Bruxelles í Belgia, føddur 15. september 1989, eftirlýstur sum samsekur.[77]
IS tók ábyrgdina fyri álopunum um morgunin tann 14. november í einum tíðindaskrivi[78][79], men IS nevndi tó ikki nakrar smálutir um álopini, ið ikki vóru alment kendir frammanundan.[80] Tað er tó ymiskt ið peikar á, at yvirgangsmenninir vóru partur av IS, og mett verður, at teir hava samskift við IS gjøgnum krypteraða tøkni.[81]
Hin 16. november 2015 peikaðu keldur frá fronsku løgregluni á tann 27 ára gamla Abdelhamid Abaaoud frá Molenbeek í Belgia sum tann ið hevði lagt ætlanir um álopini í París. Myndugleikar hava fyrr sett hann í samband við yvirgangsatsóknir, ið vóru forðaðar.[82][83]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.