Alabama

From Wikipedia, the free encyclopedia

Alabama
Remove ads

Alabama (enskt: State of Alabama) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Montgomery og størsti býur er Birmingham. Í norðri hevur Alabama mark við Tennessee, í eystri við Georgia, í suðri við Florida, og í vestri við Mississippi. Í 1819 bleiv Alabama stakríki í USA. Eyknevni er Gulhamarstaturin (enskt: The Yellowhammer State).

Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...
Remove ads

Búskapur

Thumb
Afroamerikanska fólkið í Alabama er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Alabama at arbeiða í lundunum.

Bummull verður slitin í alt Alabama. Suður móti Meksikohavi er ógvuliga heitt og váligt við hvørt, og tað er veðurlag, sum hóskar bummullini, meðan hon stendur í vøkstri, kulda tolir hon ikki, og tað kann henda, tá ið hann legst við høgætt, at hon kann gera stóran skaða upp á bummullina. Bummullargarðarnir eru oftast ógvuliga stórir í Alabama, og fyrr tørvaði teimum heilt nógv arbeiðsfólk. Nú nýta teir maskinur at heysta bummullina við, og hetta hevur ført við sær, at arbeiðsfólkið á gørðunum er nógv minkað í tali. Fyrr í tíðini høvdu teir trælir, sum teir førdu úr Liberia, í 1863 gjørdust menninir frælsir.

Annars verður nógv av soyabønum dyrkað í Alabama, og suður móti Meksikohavi er so ógvuliga heitt, at har veksur bæði appilsinir, sukurrør, rís og aðrar fruktir. Um summarið liggur hann mest inn av Meksikohavinum, og luftin verður tá bæði slavin og heit. Tá er tað, teir herviligu meldurstormarnir, sum eru lágtrýststormar, taka seg upp og sora alt, sum fyri er.

Remove ads

Størstu býir

Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali vóru í Alabama í 2018 hesir:

  1. Birmingham – 209 880
  2. Montgomery – 198 218
  3. Huntsville – 197 318
  4. Mobile – 189 572
  5. Tuscaloosa – 101 113
  6. Hoover – 85 108
  7. Dothan – 68 247
  8. Auburn – 65 738
  9. Decatur – 54 264
  10. Madison – 50 244

Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads