Antoine Demoitié
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Antoine Demoitié (føddur 16. oktober 1990, deyður 27. mars 2016) var ein belgiskur súkklari, ið seinast súkklaði fyri Wanty–Groupe Gobert.[1] Í september 2015 kunngjørdi hann, at hann fór at gevast í Wallonie-Bruxelles fyri at gerast partur av Wanty–Groupe Gobert fyri 2016 sesongina.[2]
Demoitié doyði sunnudagin 27. mars 2016 á sjúkrahúsi, eftir at hann varð ákoyrdur av einari motorsúkklu. Óhappið hendi, eftir at hann var dottin á súkklu síni, meðan hann luttók í Gent–Wevelgem vegsúkklukappingini, tá ið hann reisti seg upp aftur kom motorsúkklan knappliga har og koyrdi á hann.[3]
Remove ads
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads