Auckland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Auckland er størsti býur í Nýsælandi. Býurin liggur í útnyrðingspartinum av Norðuroynni. Í 2018 hevði Auckland um leið 1,6 mió. íbúgvar. Hetta svarar til ein triðing av øllum fólkunum í landinum. Næststørsti býur í Nýsælandi er høvuðsstaðurin Wellington.

Miðbýurin er bygdur á einum 2 km breiðum eiði, sum er millum tvær víkir, víkin Waitemata Harbour norðanfyri og stóra víkin Manukau Harbour sunnanfyri. Maoriar, upprunafólkið í Nýsælandi, búsettust í økinum longu fyri um leið 670 árum síðan (1350). Býurin Auckland varð grundaður av bretum í 1840.
Remove ads
Myndir
- Auckland-eiðið og Waitemata-víkin úr erva
- Auckland úr erva
- Miðbýurin. Til høgru sæst tornið Sky Tower, sum er 328 metrar høgt.
- Tornið Sky Tower um náttina.
- Miðbýurin og havnarlag
- Auckland Waterfront í miðbýnum
- Listasavn Auckland Art Gallery
- Altjóða flogvøllurin í Auckland
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíðan: aucklandcouncil.govt.nz (á enskum)
- Auckland, wikivoyage.org (á enskum)
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads

