Belgia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Belgia (niðurlendskt: België, franskt: Belgique, týskt: Belgien) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Brussel, og landið hevur umleið 11 milliónir íbúgvar. Mót norðri hevur Belgia mark við Niðurlond, í eystri við Týskland og Luksemburg, í surðri við Frakland og móti vestri er Norðsjógvurin, strandarlinjan er bert 65 km. Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðanfyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt. Belgia var fyrst undir sponskum og so undir eysturríkskum ræði. Í 1815 varð landið sameint við Niðurlond. Í 1830 gjørdu belgiamenn uppreistur og tóku loysing, og Belgia gjørdist sjálvstøðugt kongsdømi.
| |||
Tjóðarslagorð: Eendracht maakt macht L’union fait la force Einigkeit macht stark | |||
Tjóðsangur: De Brabançonne La Brabançonne Das Lied von Brabant | |||
![]() | |||
Alment mál | niðurlendskt, Franskt, týskt | ||
Høvuðsstaður | Brussel | ||
Kongur | Filip | ||
Forsætisráðharri | Bart De Wever | ||
Fullveldi | 1830 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
30 528 km² 6,20 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2024 - tættleiki |
11 763 650 383/km² | ||
Gjaldoyra | evra | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .be | ||
Telefonkota | +32 | ||
Remove ads
Søga
Belgia gjørdist sjálvstøðugt land í 1830, tá tað loysti frá Niðurlondum. Landamørkini, ið nú eru, vórðu sett í 1919.
Politikkur
Belgia var við til at seta ES á stovn, og høvuðssæti hjá ES er í Brussel. NATO hevur eisini sítt høvuðssæti í Belgia.
Mentan
Flamskir og franskir matsiðir hava ávirkað belgiska matgerð. Súpan er vælumtókt, og mangir landslutir hava sínar egnu uppskriftir. Ein serrættur er skeldýr og kips, sum bæði fæst á dýrum matstovum og úr smáum matsølubúðum á gøtunum.
Landafrøði

Meuseá skilur landið í tvíningar. Fyri norðan er fláur, fruktagóður slætti heilt út at strondini. Í landsynningspartinum eru Ardennufjøll; har er jørðin kørg, og garðarnir eru spjaddir.
Landslutir
Vlaanderen (Flandre, Flandern)
Wallonie (Wallonië, Wallonien)
Býir
Remove ads
Búskapur
Longu í 16. øld tók stórur klædnaídnaður seg upp uttan um býir sum til dømis Brúgge, ið er kendur fyri síni knipplingamynstur. Í mong ár hevur tungídnaður, serliga kolavinna og stálídnaður, verið týdningarmikil vinnuvegur, men hann er nú um at hvørva. Í staðin er komin annar ídnaður, til dømis evnafrøðiídnaður og ravmagnsídnaður. Tænastuvinnan, t.d. bankavirksemi og fyrisiting, er so nógv vaksin, at har starvast tveir triðingar av belgisku verkafjøldini.
Remove ads
Keldur
Hygg eisini at
Ávisingar úteftir
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads