Dánjal Martin Hofgaard
føroyskur rógvari og svimjari From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Danjal Martin Hofgaard (føddur 4. mai 1989 í Vági) er føroyskur rógvari og svimjari. Hann rør fyri Suðuroyar Kappróðrarfelag og fyri Føroyar og svimur fyri Susvim og Føroyar. Hin 1. mars 2015 vann hann HM í 2000 metrar inniróðri í lættvekt hjá monnum og gjørdist harvið heimsmeistari.
Remove ads
Lívsleið innan ítrótt
Rógving
Dánjal Martin rør bæði vanligan føroyskan kappróður og inniróður. Dánjal Martin vann FM 2011 við Riddaranum í 2011. Í føroyskum kappróðri ber bara til at gera seg galdandi í Føroyum, eftirsum kappróður í føroyskum bátum bert fer fram í Føroyum burtursæð frá Ishøj Regatta og onkrari aðrari stevnu sum føroyingar í Danmark skipa fyri. Men í inniróðri ber til at gera seg galdandi sum einstaklingur uttanfyri landoddarnar, eitt nú til HM í Boston. Í januar 2012 varð kappast um, hvør ið skuldi umboða Føroyar til HM í inniróðri. Dánjal Martin gjørdist ein av teimum hepnu. Kappingin varð hildin í hølunum hjá Knørri í Havn, øll róðu 2000 metrar. Dánjal Martin varð skjótastur hjá monnum í lættvekt við tíðini 6:19,30, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Lars Abrahamsen úr Runavík, hann setti metið í 2007.[1]
Føroyameistarahetið í inniróðri
FM í inniróðri 2011
Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2011
- Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:27.4[2]
FM í inniróðri 2012
Eins og undanfarnað árið vann Dánjal Martin Hofgaard føroyameistaraheitið í inniróðri:
FM í inniróðri 2014
Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2014
- Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:38.5[5]
HM í inniróðri 2012
Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2012 í bólkinum Lightweight Open Men (2000 metrar), hann gjørdist nummar 6 av øllum við tíðini 6:20.9[6]
HM í inniróðri 2014
Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2014 í bólkinum Lightweight Open Men (2000 metrar), hann gjørdist nummar 9 av 77 luttakarum við tíðini 6:20.9[7]
HM í inniróðri 2015 og úttøkukappingin
Dánjal Martin var til úttøkukapping í róðrarneystinum hjá Havnar Róðrarfelag hin 29. november 2014, har hann varð úttikin til HM í inniróðri, sum verður í Boston í mars 2015. Hann róði 2000 metrar í inniróðri við tíðini 6.18.9, ið var nýtt føroyskt met, gamla metið átti Dánjal Martin sjálvur, og tað var 6.19.3.[8]
Heimsmeistari 2015 í inniróðri í opna bólkinum, lættvekt
- Gull í 2000 metrar inniróðri í opna bólkinum hjá monnum við tíðini 6:16.7 (1 sekund frammanfyri silvurvinnaran)[9]
Svimjing
Danjal Martin hevur luttikið á fleiri svimjistevnum uttanlands til NJM, EJM, EM og Oyggjaleikir og hevur fingið fleiri góð úrslit. Hann er triðskjótasti svimjari úr Føroyum á 200 m frí nakrantíð.[10]
FM 2014
- Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 3:59.75 við Harrar Susvim, saman við Pál Joensen, Eyðbjørn Joensen og Róland Toftum.
- Gull í 4 x 50 m frí við tíðini 1:34.96, sum var nýtt føroyskt met, saman við Høgna Simonsen, Eyðbjørn Joensen og Róland Toftum.[11]
Føroysk met
Hann hevur vunnið fleiri gull heiðursmerki og sett fleiri føroysk met í svimjing:
Føroysk met á langgeil
- 50 m bringu við tíðini 32.36 (Pauli Øssursson Mohr tók metið til EM 2010).
- 100 m bringu við tíðini 1:10.94
Føroysk met á stuttgeil
- 4x50m frí við tíðini 1:34.96, saman við Høgna Simonsen, Eyðbjørn Joensen og Róland Toftum. FM í svimjing 2014.
- 4x50m frí við samlaðu tíðini 1:36.01, saman við Beinir E. Danielsen, Paula Øssursson Mohr og Kristian Olsen. Oyggjaleikir 2007.
- 4x200m frí við samlaðu tíðini 7:54.67, saman við Eyðbjørn Joensen, Sofus Bech og Pál Joensen. Metið varð sett á Ægir Stevnu 5. november 2011.
Remove ads
Keldur
Slóðir úteftir
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads