Dansk Melodi Grand Prix 2009

From Wikipedia, the free encyclopedia

Dansk Melodi Grand Prix 2009
Remove ads

Dansk Melodi Grand Prix 2009 var tann 38. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Endamálið við kappingini var at finna tann sangin, ið skuldi umboða Danmark á Eurovision Song Contest 2009 (ESC) í Moskva. Vinnarin av Grand Prix'num gjørdist Brinck við sanginum "Believe Again" ið var skrivaður av Lars Halvor Jensen, Martin Michael Larsson og Ronan Keating. Kappingin varð hildin 31. januar 2009 í Messecenter Herning. Vertir vóru Birthe Kjær og Felix Smith.

Skjót fakta Eurovision Song Contest 2009, Land ...
Thumb
Brinck vann við sanginum Believe Again
Remove ads

Luttakarar

Meira kunning Nr., Artistur ...
Remove ads

Atkvøðugreiðsla

Hetta árið var sjálv mannagongdin viðvíkjandi atkvøðugreiðsluni heilt annarleiðis enn árini frammanundan.

Í fyrstu atkvøðurundu valdu hyggjararnir og ein fakjury í felag teir fýra sangirnir, ið fóru víðari í kappingini. Atkvøðurnar frá dómarunum og hyggjarnunum taldu her 50% hvør. Teir fýra valdu sangirnir fóru so víðari til hálvfinaluna, har teir kappaðust tveir og tveir hvør móti øðrum. Her vóru tað bert atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvørjir tveir sangir sluppu víðari til endaligu finaluna, har ið tað aftur vóru atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvør sangur vann Dansk Melodi Grand Prix 2009 og harvið skuldi umboða Danmark á ESC 2009.

Í fakjuryini sótu: Søs Fenger, Bent Fabricius-Bjerre, Anna David, Martin Brygmann, Kjeld Tolstrup, Michael Hardinger umframt ein eyka limur, Kalle Meyer Vestergaard, ið hevði vunnið sítt pláss í P4-sendingini Danmarksmester orsakað av hansara vitan um danskan popptónleik.

Hálvfinala Finala
         
     
  Sukkerchok – "Det' det"  
 
  Hera Björk – "Someday"    
  Hera Björk – "Someday"
 
    Brinck – "Believe Again"
  Brinck – "Believe Again"  
  Johnny Deluxe – "Sindssyg"    
Remove ads

Sí eisini

Keldur

Slóðir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads