Hangul

From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Hangul (eisini skrivað Hangeul, 한글) er almenna skriftskipanin í Suður- og Norðurkorea og verður eisini óalment brúkt í Sulawesi. Hangul varð stovnað í 1446 av Sejong mikla.
Tá ið Hangul verður skrivað, verða bókstavarnir settir í bólkar, heldur enn skrivaðir hvør sær. Til dømis 한 han, sum er gjørt av ㅎ h, ㅏ a og ㄴ n, og 글 gul, sum er gjørt av ㄱ g, ㅡ u og ㄹl, saman verða tey 한글 Hangul.
9. oktobur er Hangul-dagur í Suðurkorea og 15. januar er Hangul-dagur í Norðurkorea.


Remove ads

Hjáljóð

Meira kunning Bókstavur, Ljóðmál ...
Remove ads

Sjálvljóð

Meira kunning Bókstavur, Ljóðmál ...


Søga

Hangul varð stovnað av Sejong mikla seint í desembur 1443 og varð liðugt 9. oktobur 1446. Hangul varð fyrst greitt frá í einum skjali frá ár 1446. Skjalið eitur Hunmin Jeongeum (훈민정음 "Rætta ljóð fólksins") og bókstavaraðið (Hangul) er uppkallað eftir hesum skjali.
Hangul (한글) varð stovnað, fyri at øll fólk kundu læra at skriva tað, tí tað var hildið at Hanja (漢字) var ov ringt at skriva.

Heimildir

Slóðir úteftir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads