Hillary Clinton
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Hillary Diane Rodham Clinton (f. 26. oktober 1947 í Chicago, Illinois) er ein amerikanskur politikari, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA. Clinton er fødd í 1947. Hon las jura á Yale Law School í Connecticut, og her hitti hon tann unga Bill Clinton, sum gjørdist maður hennara. Tá hon var liðug við lesnaðin, fekk hon starv í amerikanska parlamentinum. Hon arbeiddi hart og fekk við tíðini nógv álitsstørv, og serliga nógva orku legði hon í at betra umstøðurnar hjá børnum og familjum. Hesi árini stríddi Bill Clinton seg fram til forsetaembætið, og Hillary Clinton legði eisini stóra orku í at hjálpa honum fram. Í 1993 eydnaðist tað Bill Clinton at blíva forseti. Hillary bleiv sostatt fyrstadama í USA inntil 2001, tá Bill Clinton fór frá sum forseti.
Clinton var á mangan hátt ein ótraditionel fyrstadama. Hon er tann fyrsta amerikanska fyrstadaman við hægri útbúgving, og hon uppgav ongantíð sína egnu karrieru. Hon bleiv vald í senatið í 2000 og aftur í 2004. Longu í oktober 2002 nevndi The New York Times Hillary Clinton sum ein potentiellan kandidat til forsetaembætið eftir George W. Bush. Síðan tá hevur amerikanska magasinið Forbes mett hana sum eitt av máttmiklastu fólkum í heiminum. Í januar 2007 kunngjørdi hon, at hon ætlaði sær at stilla upp til forsetavalið í 2008. Tað eydnaðist henni tó ikki at gerast valevni hjá Demokratunum, tað gjørdist Barack Obama, ið vann fleiri av teimum innleiðandi valunum í amerikansku statunum enna Hillary Clinton gjørdi. Hin 12. apríl 2015 kunngjørdi hon, at hon var valevni til amerikanska forsetavalið 2016.
Remove ads
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads

