Jákup Joensen
føroyskur reiðari og politikari From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Jákup Joensen (føddur 21. september 1929 í Sumba, deyður 8. januar 2016 í Vági), vanliga nevndur Jákup í Lopra, var ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (Sambandsflokkurin).
Hann vaks upp í Sumba, foreldur hansara vóru Poul Sofus Joensen og Paula Sofie Joensen. Hann tók studentsprógv í 1950, próvtøku sum heimaskipari í 1953 og stýrimans- og skipsførarapróvtøku í 1956.[1]
Í nógv ár virkaði Jákup sum skipsførari og sum reiðari og búði í Lopra ein stóran part av lívinum og varð tí av mongum nevndur Jákup í Lopra, eftirsum hann ikki var einnevndur í Suðuroynni. Reiðaríið hjá Jákupi og øðrum átti fleiri trolarar í 1970-árunum og 1980-árunum. Skipini høvdu tað til felags, at nøvnini endaðu við "borg", t.d. Polarborg, Nýborg, Akraborg, Brimborg. Skipini vóru bygd á Sunnmøre í Noregi og í Føroyum.[2][3][4] Fyrsti trolarin var "Akraborg", ið varð bygdur í Brattvåg í Noregi 1961.[5] Í 1977 fóru Jákup Joensen og fleiri aðrir reiðarar í holt við at byggja eitt nýtíðar flakavirki, ið fekk navnið Polarfrost. Tað varð bygt niðri á havnalagnum í Vági, og nýggjur kajkantur varð gjørdur. Jákup Joensen gjørdist stóri á Polarfrost. Navnið Polarfrost varð áður nýtt til gamla Suðurfisk í Vági.[6][7][8]
Í 1985 keypti hann Hotel Føroyar í Tórshavn. Í kreppuárunum fyrst í 1990-árunum fóru trolararnir og flakavirkið á heysin[9] og hotellið varð selt og Jákup misti nógvan pening.[10]
Tá ið Jákup var 75 ára gamal, setti hann á stovn eitt fiskavirki í Lopra. Nøkur ár seinni setti hann á stovn annað virksemi í sama bygningi, tað var fyritøkan Kirvi, ið framleiðir og selur kelduvatn úr Suðuroynni í stórum plasíløtum. Virkið er uppkallað eftir einum fjalli í Lopra. Í 2012 seldi Jákup virkið til nýggir eigarar, hesir hava síðan víðka um vørurnar og framleiða eisini kelduvatn í hálvlitursfløskum.[11]
Jákup Joensen varð valdur inn í Sumbiar bygdarráð, har hann sat í nøkur ár. Seinni varð hann valdur inn á Føroya Løgting fyri Suðuroynna 1994–1998.[1] Hann var formaður í Løgtingsins samferðslunevnd og næstformaður í Løgtingsins fiskivinnunevnd og Løgtingsins vinnunevnd.[12]
Tey seinastu árini av lívi sínum búði hann á ellisheiminum Hamragarður í Vági.
Remove ads
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads