Lucky Luke

From Wikipedia, the free encyclopedia

Lucky Luke
Remove ads

Lucky Luke er teknirøð, sum belgiarin Morris (Aldus Maurice de Bévère) fyrstu ferð gjørdi í 1946. Morris dámdi best at tekna, men hann skrivaði eisini tær fyrstu søgurnar um Lucky Luke. Frá 1955 til sín deyða í 1977 skrivaði René Goscinny søgurnar, og søgurnar um Lucky Luke frá hesum tíðarskeiði verða roknaðar at vera millum tær bestu yvirhøvur innan teknirøðir.

Thumb
Goscinny og Morris í 1971 í Amsterdam.

Eftir deyða Goscinnys hevur ein rúgva av rithøvundum verið við til at skriva søgurnar.

Morris teknaði Lucky Luke til sín deyða í 2001, tey seinastu árini hevði hann fleiri hjálparfólk. Eftir Morris tók Achdé (Hervé Darmenton) við sum teknari.

Søgurnar eru gjørdar til teknifilm, og nakrir fáir leikfilmar eru eisini gjørdir um Lucky Luke.

Remove ads

Rithøvundar og teknarar

Her er eitt yvirlit yvir allar rithøvundarnar og teknararnar, sum hava fingist við Lucky Luke.

Meira kunning Rithøvundar og teknarar ...
Remove ads

Søgurnar

Her eru tvey yvirlit yvir Lucky Luke-søgurnar. Fyrst allar søgurnar við heiti á frummálinum fronskum og yvirlit yvir skandinavisk heiti og útgávur, og síðani eitt yvirlit yvir tær søgurnar, sum eru útgivnar á íslendskum.

Nummarið í fyrstu súlu er kronologiska raðtalið á søguni eftir 1. útgávudegi; søgurnar eru givnar út í ymiskum albummum og bókum, sum hava onnur og ymisk nummur og eisini eru ymisk í teimum ymisku londunum. (T.d. hevur franskt album 1 søgu 2 og 4, danskt og svenskt album 1 hava søgu 51, norskt album 1 hevur søgu 35, og íslendskt album 1 hevur søgu 75).
Nakrar fáar av søgunum standa ikki heilt í kronologiskari raðfylgju, hetta er tí at upplýsingarnar um albumm- og bókaútgávurnar vera einfaldari tá. Í hesum førum er nummarið skrivað við reyðum.

Søgurnar á skandinaviskum

Summar søgur hava havt ymisk nøvn frá ymiskum útgevarum; fyri donsku útgávurnar er roynt at fáa bæði nøvnini við. Er meir enn ein søga í einum albummi, er bæði navn á søgum og albummi við; hetta er altíð galdandi fyri donsku útgávuna og í tann mun, upplýsingarnar eru funnar fyri norsku, svensku og íslendsku útgávurnar.
Frá 2003 til 2008 komu allar táverandi søgurnar út í kronologiskari raðfylgju í eini bókarøð á øllum trimum skandinavisku málunum. Bókarøðin varð samprentað og hevði somu útsjónd og heiti; tað er hon, sum víst verður til í súluni longst til høgru.

Meira kunning Rith./ tekn., Nr. ...

Søgurnar á íslendskum

Morris hevur teknað allar søgurnar, sum eru útgivnar á íslendskum.

Meira kunning Rith., Nr. ...
Remove ads

Keldur

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads