Norðskálatunnilin

From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Norðskálatunnilin er elsti tvíbreytaði tunnil í Føroyum. Hann varð tikin í nýtslu 20. august (?) 1976. Tað var byggifelagið E. Pihl & søn, sum stóð fyri byggiarbeiðinum fyri Landsverkfrøðingin. Tunnilin er 2520 m. langur og gongur gjøgnum vestaru fjallarøðina í Eysturoynni. Vestanífrá fer hann inn omanfyri bygdina við Norðskála og kemur út aftur millum Fjarða nakað nær Funningsfirði. Norðskálatunnilin knýtir soleiðis Sundalagið og veganetið millum Fjarða og út á Skálafjørðin saman. Saman við brúnni um Streymin, ið var tikin í nýtslu í 1973, er norðskálatunnilin partur av meginsamferðsluæðrini í Føroyum.

Remove ads

Sí eisini

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads