Preussen (týskt: Preußen, gamalt proysiskt: Prūsa ella Prūsija) var eitt søguligt hertugadømi og frá 1701 kongaríki. Navnið kemur av proysarum, eitt baltiskt fólk í ætt við litavar og lettar, sum seinni varð týsktgjørt (germaniserað). Áðrenn Preussen gjørdist sjálvstøðugt hertugadømi, var tað partur av týska riddaralagsríkinum saman við Livonia (nútíðar Estland og Lettland).
Hertugadømið Preussen 1525-1701:
Meira kunning Hertugi, Ár ...
| Hertugi | Ár | Úrdr. |
| Albert | 1525-1568 | |
| Albert Fríðrikur | 1568-1618 | |
| Johan Sigismund | 1618-1619 | |
| Georg Wilhelm II | 1619-1640 | |
| Fríðrikur Wilhelm | 1640-1688 | |
| Fríðrikur I | 1688-1701 | |
Lat aftur
Kongadømið Preussen 1701-1918:
Meira kunning Kongur, Ár ...
| Kongur | Ár | Úrdr. |
| Fríðrikur I | 1701-1713 | |
| Fríðrikur Wilhelm I | 1713-1740 | |
| Fríðrikur II | 1740-1786 | Kallaður Fríðrikur mikli |
| Fríðrikur Wilhelm II | 1786-1797 | |
| Fríðrikur Wilhelm III | 1797-1840 | Var í kríggi móti Napoleon |
| Fríðrikur Wilhelm IV | 1840-1861 | |
| Wilhelm I | 1861-1888 | Gjørdist fyrsti týski keisarin 1. januar 1871, og setti Bismarck sum kanslara |
| Fríðrikur III | 1888-1888 | Annar týski keisarin. Vann Slesvig frá Danmark í 1864 |
| Wilhelm II | 1888-1918 | Triði týski keisarin. Legði frá sær og fór í útlegd í Niðurlondum í 1918 |
Lat aftur