Rumenskt mál

From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Rumenskt er eitt romanskt mál, ið verður tosað í Rumenia, Moldova og spjatt í ymiskum londum á Balkan. Rumenskt er alment mál í Rumenia.

Bendingarlæra

Rumenskt er í summum førum meira konservativt enn tey vestligu romansku málini. Málið hevur varðveitt eina skipan við føllum, soleiðis at navnorð og lýsingarorð bendast í trisum føllum: hvørfall/hvønnfall (nominativ/akkusativ), hvørjumfall/hvørsfall (dativ/genitiv) og tiltalufall (vokativ):

Meira kunning băiat "drongur", fată "genta" ...

Sum tað sæst, so hevur rumenskt eitt eftirhongt bundið kenniorð, mótsatt hinum rumensku málunum, men eins og í norðurlendskum, (drongin, gentan). Tað bundna kenniorðið kemur eins og í hinum romansku málunum av tí latínska ávísingarfornavninum (demonstrative pronomen) ille "hasin har", t.d. homo ille > rumenskt omul / ille homo > franskt l’homme "maðurin".

Remove ads

Ávisingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads