Toronto
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Norðan Ontariovatn er Toronto, ið er fremsti ídnaðarbýur, størsti fíggjardepil og tann býur, sum veksur skjótast í Kanada. Býurin er eisini størsti býur í Kanada og høvuðsstaðurin í Ontario. Har verður sagt at vera trygt at búgva, tí at har eru færri lógarbrot enn í nøkrum øðrum stórbýi í Norðuramerika. Býarfólkið kann eisini erpa sær av Skydome, heimins fyrsta leikvølli við dragtekju, og Canadian National Tower, heimins hægsta húsi. Fáastaðni búgva so nógvir kinverskir innflytarar sum í China Town í Toronto.
Toronto er størsti býur í Kanada við 5 milliónum íbúgvum og er samstundis mest etniskt blandaði býur í heiminum. Tá tú ringir 112 í Toronto kunnu tey svara tær á 150 ymsikum málum. Kanada er eitt sindur av øllum heimsins londum og Toronto er miðpunktið í øllum.
Remove ads
Hygg eisini at
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíða, toronto.ca
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads

