UEFA
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA (Union of European Football Associations) er ein paraplyfelagsskapur fyri evropeisk fótbóltssersambond. UEFA varð stovnað 15. juni 1954 í Basel, Sveis. Fótbóltssamband Føroya gjørdist limur í UEFA í 1990, eftir at Føroyar fyrst gjørdist limur í FIFA í 1988.
Kappingar
Verandi
Felagsskapurin fyriskipar nú hesar fótbóltskappingar:
- EM í fótbólti: Evropameisterskapur fyri landslið, sum verður hildið fjórða hvørt, har tað seinasta var 2012 í Póllandi/Ukraina.
- EM U21: Evropameistaraskapur fyri U21-landslið. Kappingin verður hildin annað hvørt ár.
- UEFA Champions League: Tann kapping í heiminum fyri feløg, ið er best umtókt. Fungerar eisini sum eitt óalment EM fyri feløg. Vinnarin av kappingini kvalifiserar seg til HM í fótbólti fyri feløg.
- UEFA Europa League: Ein samansmelting av tveimum fyrrverandi kappingum hjá UEFA: UEFA Cup og Intertoto Cup.
- UEFA Women's Champions League
Fyrrverandi
Felagsskapurin hevur fyrr fyriskipað hesar fótbóltskappingarnar:
- UEFA Intertoto Cup: Ein annarleiðis summerkapping for feløg, við trimum vinnarum, ið fáa atgongd til UEFA Cupp. Kom í staðin fyri International Football Cup, hvørs høvuðsendamál var at tryggja fótbóltsdystir á tipskupongina. Kappingin varð hildin fyri seinastu ferð í 2008.
- UEFA Cup: Ein kapping fyri tey "næst-bestu" liðini í teimum í teimum ymisku londunum, umframt steypavinnararnir. Kappingin varð hildin fyri seinastu ferð í 2008-09-sesongini. Í staðin fyri kom UEFA Europa League.
- UEFA Europa Cup fyri steypavinnarar: Ein evropeisk kapping fyri steypavinnarar. Kappingin varð hildin fyri seinastu ferð í 1998.
Remove ads
Forsetar
Týdningarmiklir persónar
Remove ads
Slóðir úteftir
- Almenna heimasíðan, uefa.com (á enskum)
- Borgarstjórin í Havn hitti UEFA-forsetan Archived 2019-06-26 at the Wayback Machine, roysni.fo
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads
