Sansibar

From Wikipedia, the free encyclopedia

Sansibar
Remove ads

Sansibar (swahili: Jamhuri ya Watu wa Zanzibar, arábiskt: زنجبار) er ein lítil oyggj sum hoyrir til Tansania. Høvuðsstaðurin á Sansibar eitur Zanzibar City. Oyggin Sansibar er vælumtókt ferðamannamál í Tansania. Oyggjarnar í Indiahavinum, sum eru gitnar fyri hvítar sandstrendur og søguligar bygningar, eru fyri mesta partin muslimskar. 3 % av teim 1,2 íbúgvunum eru kristin. Tætt við strondina í Tansania er oyggin Sansibar, og á vestaru síðu í oynni er havnabýurin Zanzibar, sum var arábiskur handilsstaður í 18. og 19. øld. Mangir trælir vórðu avskipaðir hiðani til arábisku londini. Á oynni høvdu arábar sítt høvdingasetur, og haðani róku teir trælahandil. Týdningarmesta grøðin í oynni, kryddnelikur, varð eisini avskipaður hiðani. Kryddnelikur kom ikki í oynna fyrr enn í 1818, kortini dyrkar einki annað land meiri kryddnelik enn Sansibar.

Meira kunning Landafrøði, Umsiting ...

Tanganjika og Sansibar fingu sjálvstýri í 1960. Seinni hava Sansibar og Tanganjika kasta saman til eitt ríki, sum eitur Tansania. Londini eru partar í tí bretska heimsveldinum.

Remove ads

Myndasavn

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Sí eisini

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads