From Wikipedia, the free encyclopedia
Írland (á Írsk Éire; Ulster Skotskt: Airlann) er aftan á Stóra Bretland og Ísland triðstørsta oyggj í Europa.
Politiskt er oyggin býtt sundur í Lýðveldið Írland, ið er ein suverenur statur, sum umfatar fimm sættapartar av oynni, og Norðurírland, ið umfatar tann sættapartin av oynni, sum er í landnorðri, og sum er partur av Stóra Bretland.
Írland verður eisini nevnt "Grøna oyggin" av nógva, grøna grasinum, sum veksur væl í lýggja og slavna veðurlagnum. Lendið er óføra gott beiti til neyt og seyð; og mjólkarvørur og kjøt eru ímillum týdningarmestu útflutningsvørurnar í einum landi, har landbúnaðurin altíð hevur verið høvuðsvinna. Vakra náttúran, helst stórsligna vesturstrondin, hevur gjørt Írland, Lýðveldið Írland og Norðurírland, til væl umtókt ferðamannaland.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.