- 1
 
- Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
 
- á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
 
- tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
 
- Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn,
 
- sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
 
- Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!
 
- 2
 
- Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
 
- hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
 
- og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
 
- og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
 
- alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
 
- at eg verji Føroyar, mítt land.
 
- 3
 
- Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
 
- Hin heilagi friður mær falli í lut!
 
- Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
 
- So torir hon vága - av Gudi væl skírd -
 
- at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
 
- ið varðveitir Føroyar, mítt land!
  
 | 
-  
 
- 我最美麗的土地,我最寶貴的財富,
 
- 我嚮往你,走向你的懷抱;
 
- 在平靜的夏天,和冰雪覆蓋的冬季,
 
- 壯麗的島嶼,因神的愛的名義。
 
- 當人們發現你時,給予你這名字,
 
- 啊,上帝保佑你,法羅我的土地。
  
 |